Sjálvstýrisflokkurin hevur verið partur av føroyskum politikki síðan 1906, tá ið vit fingu sonevnda flokkbýtið. Tá komu Sjálvstýrisflokkurin og Sambandsflokkurin til sjóndar, og síðan hevur føroyskur landspolitikkur verið eyðkendur av politiskum flokkum.
Nú hevur løgtingsval júst verið, og úrslitið er greitt; við 2,7 prosentum av atkvøðunum var Sjálvstýrisflokkurin frá 1906 – nú gongur hann undir stytta navninum Sjálvstýri – ov stuttur til at fáa tingmann valdan.
Vit hava spurt formannin Sámal Petur í Grund, um gamli Sjálvstýrisflokkurin nú er farin í søguna. Til tað svarar formaðurin noktandi.
-Vit eru nøgd við valstríðið hjá okkum. Men tað sær út til, at fólk eru øgiliga flokstrúgv.
Sámal Petur í Grund nevnir m.a. støðuna, sum Sjálvstýri hevur havt um sáttmála við Russland. Sum einasti flokkur hevur flokkur sagt nei til at gera nýggjan sáttmála við Russland, so leingi sum kríggj er í Ukraina.
-Tá vit hava tosað við fólk, so eru tey flestu samd. Men tað hevur ikki verið nóg mikið til at fáa tey at velja okkum. So tey eru rættiliga flokstrúgv.
-Nú fara vit at evaluera úrslitið og taka støðu til, hvat vit gera frameftir. Í fyrstu syftu fara vit at vera virkin politiskt uttanfyri tingið. So fara vit at taka støðu til, hvussu vit gera til løgtingsval og onnur val í framtíðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald