Sjey av teimum níggju sitandi býráðslimunum í Fuglafjarðar kommunu stilla uppaftur til kommunuvalið í næsta mánaði.
Tað eru bert David Andreassen og Magni Jøkladal, sum ikki eru at síggja á teimum trimum listunum. David Andreassen hevur hetta valskeiðið verið formaður í orku- og umhvørvisnevndini, meðan Magni Jøkladal hevur sitið sum formaður í vinnu- og havnanevndini, sum er ein av týðandi nevndunum í júst Fuglafjarðar kommunu.
Býráðslimirnir, sum stilla uppaftur eru Gudny Vang, Ólavur Larsen, Sonni í Horni, Eyðun á Lakjuni, Edva Jacobsen, Eivind S. Breiðaskarð og Dávur Juul, borgarstjóri.
Stillað verður upp á á trimum listum - teir somu sum seinast:
Listi Á
- Póul Jákup Steintórsson Larsen, maskinstjóri, Kambsdalur
- Gudny Vang, góðskuleiðari, Fuglafjørður
- Ólavur Larsen, stjóri, Fuglafjørður
- Jastrid á Dalbø, lærari, Fuglafjørður
- Høgni Kjeld, stjóri, Fuglafjørður
- Jóna Astrid Lautrup Lambastein, samskipari, Fuglafjørður
- Sonni á Horni, virkiseigari, Fuglafjørður
- Marita Zachariassen, køksstarvsfólk, Fuglafjørður
- Ørvar Jacobsen, smiðjuformaður, Kambsdalur
Listi B
- Eyðun á Lakjuni, miðnámsskúlalærari, Fuglafjørður
- Edva Jacobsen, aðalskrivari, Fuglafjørður
- Kristian Martin Petersen, grannskoðari, Fuglafjørður
- Heri Signar Nolsøe, mag. art., Fuglafjørður
- Steinfinn Várlíð Jacobsen, útbúgvingarleiðari, Fuglafjørður
- Hans Davis Joensen, navigatørur, Fuglafjørður
- Linda Toftegaard, lærari, Fuglafjørður
Listi F
- Dávur Juul, borgarstjóri, Fuglafjørður
- Eivin Sigurð Breiðaskarð, skrivstova, Fuglafjørður
- Sheila Sigurdsdóttir Sóldal, lærari, Fuglafjørður
- Leif André Eliassen, timburmaður, Fuglafjørður
- Jens Kjartan Feilberg, sjómaður, Fuglafjørður
- Jóan Pauli Olsen, stýrimaður, Fuglafjørður
- Steintóra Bjartisdóttir Hansen Nesá, fríyrkisfólk, Fuglafjørður
- Jonn Sólheim Thomsen, sølumaður, Fuglafjørður
- Jórun Eið Johannesen, fríyrkisfólk, Hellurnar
- Jóhanna Bjarnadóttir Andreassen, handil, Fuglafjørður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald