Innanlands

Sjey bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt seinasta døgnið

Løgreglan gjørdi ferðslumátingar í gjár og í nátt

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

2018-07-10 09:17 Author image
Oda Strøm
placeholder
Løgreglan hevur verið nógv til staðar í ferðsluni seinasta døgnið og hevur tikið heili sjey bilførarar fyri at koyra ov skjótt.
 
Í gjár var løgreglan úti og gjørdi ferðslumátingar við Áir.
 
Fýra bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt, og teir koyrdu allir millum 102-110 kilometrar um tíman, sum merkir bót og klipp í koyrikortið. Harafturat vórðu fýra bilførarar tiknir fyri at tosa í telefon, meðan teir koyrdu, og teir fingu tí bót. 
 
Tríggir bilførarar vórðu somuleiðis eisini tiknir í nátt fyri at koyra ov skjótt.
 
Tá gjørdi løgreglan ferðslumátingar Millum Fjarða, og tveir fingu klipp í koyrikortið fyri at koyra 107 kilometrar um tíman og 110 kilometrar um tíman. Triðji bilførarin koyrdi heili 117 kilometrar um tíman og fekk tí treytaða frádøming av koyrikortinum.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder