Í gjár var løgreglan úti og kannaði ferðsluna í Klaksvík og á Skálafjørðinum, og har vórðu fleiri mál skrivað, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.
Í Klaksvík fingu tveir bilførarar klipp í koyrikortið fyri at koyra ávikavist 79 og 82 kilometrar um tíman í bygdum øki, har mest loyvda ferðin er 50, og ein triði bilførari fekk klipp fyri at koyra við einum barni, sum ikki sat íbundið.
Á Skálafjørðinum vóru tríggir bilførarar, ið koyrdu ov skjótt. Tveir fingu klipp fyri at koyra ávikavist 74 og 81 kilometrar um tíman, meðan tann triði bilførarin fekk koyriforboð fyri at koyra 87 kilometrar um tíman. Talan var um ein ungan bilførara, sum hevði havt koyrikort í styttri enn trý ár, og fyri teir eru reglurnar herdar.
Ein annar bilførari varð skuldsettur fyri at koyra ávirkaður av øðrum enn rúsdrekka. Blóðroynd er tikin, og bíðað verður eftir úrslitinum, sigur vaktleiðarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald