Hvørt mikukvøld sýnir Filmsfelagið nýggjar listarliga áhugaverdar filmar í Havnar Bio, og komandi vikurnar eru hesir sjey filmar á skránni:
Aida er tulkur í krígnum í Srebrenica
Nýggi spælifilmurin við klassiska spyrjandi heitinum ”Quo vadis, Aida?” fer fram í Bosnia í 1995, har Aida Selmanagic (Jasna Djuricic) er tulkur hjá ST í lítla býnum Srebrenica.
Tá serbiski herurin tekur býin, eru Aida og næstrafólk hennara millum túsundir av borgarum, ið leita sær skjól júst í ST-leguni.
Aida, sum er við í samráðingunum millum ST og serbiska herleiðaran, fær innlit í trúnaðarspurningar, ið hon er noydd at fara víðari við.
Hvørji eru útlitini hjá Aidu og hennara fólki - verður tað bjarging ella deyði í Srebrenica?
Filmurin verður sýndur í Filmsfelagnum mikukvøldið 25. august kl. 20:00.
At stjala ein japanskan samleika - í Noregi
Hvør vildi tú verið, um tú sjálv kundi valt, púra frítt?
Heilt óvæntað fær hin unga Ines (Victoria Carmen Sonne) júst tann møguleikan - og tekur av í dreymakenda filminum hjá Daniel Dencik, ”Miss Osaka”, sum er úr heimliga Noregi og gátufulla Japan.
Á eini ferð í Noregi, har Ines er saman við sjeikinum (Mikkel Boe Følsgaard), møtir hon av tilvild japansku Mariu (Nagisa Morimoto). Hóast sambandið millum Ines og Mariu leiðir tær út í eitt kalt og oyði vetrarlandslag, verður sambandið ein nýggj byrjan hjá Ines, sum brátt verður at síggja undir einum nýggjum navni í einum fjarum býi: Osaka.
Eitt visittkort úr einum náttklubba førir hana inn í eina aðra og parallela verð, har samleikin er eins flótandi og ein saxofonsolo.
Men eins og Ines er ein av teim vitjandi á náttklubbanum, verður hon eisini hugtikin av hinari horvnu japansku Mariu.
Filmurin hjá Dencik er ein noir filmur, sum umframt neon eisini brúkar norðlýsið, ið minnir okkum á, at droymarin er øll tey, sum eru við í dreyminum.
Victoriu Carmen Sonne sóu vit fyrstu ferð í Filmsfelagnum í nýskapandi filminum “Holiday”.
Filmurin verður sýndur í Filmsfelagnum mikudagin 1. september kl. 20.
Biografdreymar í hersetta Kabul
Jón Hammer, sum fer at innleiða sýningina, er medframleiðari, nú vit vísa “Mítt barnaheim í Kabul”. Fotografur er belgiska Virginie Surdej, sum í trimum førum hevur filmað fyri Sakaris Stórá. Høvuðsframleiðari er Katja Adomeit.
Filmurin fer fram í Kabul í 1989. Foreldraleysi Qodrat, er eins og aðrir menn púra burtur í Bollywoodfilmum. Hann forvinnur sær til dagin og vegin við at selja bíligastu biografatgongumerki fyri okursprís, hann er ein scalper, men proffittmaksimeringin verður straffað, og Qodrat endar á sovjettiska barnaheiminum, sum gevur filminum navn.
Her møta vit Hashimi, sum er vegleiðari hjá dreingjunum á barnaheiminum. Filmsbrotini, tá tey sum skótar við reyðum hálsklúti fara útferð til Sovjett, síggja Lenin og ein hernaðarvogn, eru hugtakandin og akkurát so propagandistisk, sum tey ljóða, tí mótsetningurin er mujahedin, sum er heima. Har eru muslimarnir farnir í heilagt kríggj. Tá er gott at droyma seg burtur í bestu Bollywoodfilmum.
Ein poetiskt handfaring av filmaðu søguni, ikki langt frá italska filminum ”Cinema Paradiso” frá 1988 og ungdómsverkunum hjá franska Truffaut.
”Mítt barnaheim í Kabul” byggir á søgu hjá Anwar Hashimi. Hann og Sadat eru bæði úr Afganistan og filmurin er onnur søga av fimm, sum Hashimi hevur skrivað til hennara.
Føroyski filmsframleiðarin, Jón Hammer, sigur, at við at velja henda og líknandi filmar, stuðlar Filmsfelagið teimum smærru filmunum á upprunamáli.
– Í hesum føri stuðlar tú einum ótrúligum kvinnuligum leikstjóra, sum insisterar uppá at fortelja søgur úr sínum heimlandi, hóast ófatiliga mótgongd, sigur Jón, og sipar til 29 ára gomlu Shahrbanoo Sadat, sum er eitt navn úr krígsherjaða Afganistan, at leggja sær í geyma.
Filmurin verður sýndur í Filmsfelagnum 8. September kl. 20.
Kópakonan er á lívi og býr í Berlin
Kendasti týski leikstjórin, Christian Petzold, sum vit fyrr hava sæð við ”Phoenix” og ”Transit”, hevur gjørt ein nútimans film úr gomlu søgnini, sum ikki er so fjart frá okkara egnu kópakonu.
Tað er klassiski kærleiksfábulin um Undine, sum livir í havinum, og ikki kann gerast menniskja, fyrr enn hon fær tokka til ein mann, sum hon forelskar seg í, men má drepa, um hann er henni ótrúgvur, innan hon kann venda aftur til nátúrliga uppihaldsstaðin og tilveruna í havinum.
Í kvinnuliga høvuðsleiklutinum síggja vit Paulu Beer, sum eisini var við í franska filminum ”Frantz” hjá François Ozon og í týska ”Werk ohne Autor” hjá Florian Henckel von Donnersmarck.
Sum Undine Wibeau er hon søgufrøðingur á Humboldt-stovninum í Berlin, og roynir at halda seg til makan, Johannes (Jacob Matschenz), sum hevur eyga og áhuga fyri øðrum kvinnum. Tá tey endaliga eru farin hvør til sítt, brotnar eitt akvarium og Undine møtir kavaranum Christoph (Franz Rogowski). Hóast váta umhvørvið verður kærleikin brennandi teirra millum. Men kann kópakonan Undine halda sær í menniskjansliga umhvørvinum á landi?
Erik Jensen, sum er filmsummælari hjá Politiken, skrivaði, at Undine er ”Vildtvoksende, uforklarlig undersøisk magi”.
Filmurin verður sýndur í Filmsfelagnum mikudagin 15. september kl. 20.
Margreta Fyrsta sum sameindi Norðurlond
Vit eru í árinum 1402, tá ein kvinna stendur á odda fyri einum nýggjum norðurlendskum stórríki, Kalmarsamveldinum.
Margreta hin Fyrsta (Trine Dyrholm) hevur savnað Danmark, Noreg og Svøríki og fingið tey trý londini at ganga saman í ein ríkjafelagsskap, sum hon einsamøll stýrir gjøgnum ættleidda sonin, Erik kong.
Nógvir fíggindar liggja eftir henni og Ríkinum, og Margreta I ætlar tí at fáa Erik giftan við ensku prinsessuni Philippu. Eitt tílíkt samband við Ongland vildi styrkt Kalmarsamveldið og verið ein vernd móti álopum, hugsar hon.
Men svikaráð, sum kunnu kosta alt, verða løgd móti henni.
Nýggi søgufilmurin um Margretu I verður sýndur í Filmsfelagnum mikudagin 22. september kl. 20.
Franskt drama fyri trý
Franski filmurin “Les Choses Qu’on Dit, Les Choses Qu’on Fait” er ein romantisk søga hjá leikstjóranum Emmanuel Mouret (f.1970)
Camelia Jordana er í filminum hin unga Daphne, sum er við barn og fer at ferðast við sjeikinum. Men tá hann verður noyddur at fara aftur til arbeiðis í úrtíð, er Daphne einsamøll eftir við systkinabarni hansara, Maxime, í fýra dagar. Hesir dagar verða til eina óvæntaða romansu, sum broytir viðurskiftini millum tey trý.
Filmurin verður sýndur í Filmsfelagnum mikudagin 29. september kl. 20.
Tá lambið verður dýr
Barnleysu íslendsku bóndahjúnini, María (Noomi Rapace) og Ingvar (Hilmir Snaer Gudnason), hava nógvan seyð, har tey búgva fjart frá øðrum. Tá tey varnast eitt nýlembt, sum kann geva teimum nýtt innihald í gerandisdegnum, gera tey av at taka tað til sín, sum var tað teirra egna. Lukkan fær eina bráða vend.
Hetta er fyrsti filmur hjá Valdimari Jóhannsson, sum hevur skrivað søguna saman við Sjón.
Tá filmurin varð vístur í Cannes í ár, segði danski ummælarin hjá Soundvenue, at samstundis sum hann var fittur og vakur, var filmurin ørkymlandi og skakandi. Við Cineuropa sigur leikstjórin: “You can call Lamb a ‘genre film’, but for me, it’s a visual poem”.
Noomi Rapace, sum talar íslendskt, spældi sum smágenta við í íslendska klassikaranum ”Í skugga hrafnsins” í 1988. Í 2009 bleiv hon víðagitin í svenska leiklutinum sum Lisbeth Salander í “Män som hatar kvinnor”, ið bygdi á søgur hjá Stieg Larsson.
Filmurin verður vístur í oktober.
Allar sýningarnar eru almennar og atgongumerki kunnu keypast á nýggju heimasíðuni í biografinum ella persónliga við skivuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald