Innanlands

Sjey menn og fýra kvinnur stilla upp fyri Sambandsflokkin

11 valvni bjóða seg fram at umboða Sambandsflokkin í Tórshavnar Býráð komandi fýra árini

2020-10-08 14:34 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sambandsflokkurin hevur nú kunngjørt uppstillingina í Tórshavnar kommunu til kommunuvalið, sum verður um ein góðan mánað.

Á listanum eru 11 valevni – sjey menn og fýra kvinnur.

– Talan er um eina góða blanding av kendum og royndum fólkum í kommunal- og landspolitikki, og fólkum, sum eru nýggj í kommunalpolitikki og hava aðrar spennandi royndir og bakgrund, sigur Sambandsflokkurin.

Flokkurin fegnast eisini um, at ein triðingur av valevnunum á listanum eru kvinnur, sum er nakað, sum er við til at tryggja, at ymsu politisku áhugamálini eru væl umboðaði í politikkinum hjá flokkinum, verður sagt.

Valevnini, sum bjóða seg fram at umboða Sambandsflokkin í høvuðsstaðnum komandi valskeið eru hesi:

  • Petur Frank Jákupsson Holm
  • Jákup Sverri Kass
  • Jensia Højgaard Kjærbæk
  • Jóhan Petur Johannesen
  • Petrina Berg á Lag
  • Annfinn Brekkstein
  • Harriet Høgnesen
  • Ingi Mittún
  • Gitte Klein
  • Jens Knudsen
  • Tummas Rubeksen

[object Object](Mynd: Sambandsflokkurin)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder