2021-09-03 18:15

1. september byrjaðu sjey nýggir lærlingar handverkaraútbúgving sína á Articon.
Fyrstu dagarnir eru innleiðsludagar, har lærlingarnir verða kunnaðir um útbúgving sína. Teir fáa eisini kunning um Articon, eitt nú um trygdarviðurskifti og virðisgrundarlag. Teir vitja somuleiðis fleiri byggipláss, verkstaðið og blandistøðina, skrivar Articon á heimasíðuni.
Lærutíðin er fýra ár, harav 55 vikur eru á tekniskum skúla. Á myndini vantar ein lærlingur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald