Innanlands

Sjey smittað afturat

Enn eru allar royndirnar frá leygardegnum ikki liðugt kannaðar

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-08-10 16:26 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

3.462 fólk lótu seg kanna fyri korona leygardagin. Og av teimum eru higartil funnin seks fólk við smittuni.

Tað upplýsir Heilsumálaráðið í dag.

Men allar royndirnar eru ikki kannaðar enn. 729 royndir eru ikki liðugt greinaðar, so talið kann enn vaksa.

Harumframt er longu ein tilburður staðfestur millum tær 2.269 kanningarnar, sum vórðu gjørdar í gjár, sunnudagin.

Sostatt er samlaða talið av staðfestum tilburðum í Føroyum nú 313. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder