
Í gjár, hósdagin 14. desember, varð freistin úti at søkja starvið sum stjóri í Vestmanna skúla úti. Nú kann staðfestast, at sjey umsóknir eru til hetta starvið.
Hetta skrivar Skúlablaðið á heimasíðu sínari. Har stendur eisini, at skúlastjórin vera førur fyri at inna eina mennandi starvsfólkaleiðslu, skapa umstøður hjá tí einstaka fyri samábyrgd og ávirkan og tryggja, at lærarar skúlans hava umstøður fyri fakligari menning. Eisini skal skúlastjórin skapa virðing fyri skúlanum og leggja dent á støðuga menning bæði fakliga og sosialt.
Tað er Eyðdis Eidesgaard, fulltrúi í Undirvísingarstýrinum, sum í løtuni røkir starvið í Vestmanna, eftir at Alis J. Højsted fyri stuttum var loyst úr starvinum.
Skúlablaðið upplýsir, at í Vestmanna Skúla eru 171 næmingar í 1.–10. flokki. Skúlin hevur eisini serflokk, Melin, sum er eitt serligt skipað undirvísingartilboð. Í skúlanum starvast 21 lærarar og tveir námsfrøðiligir stuðlar.
Tað verður 1. februar, ella so skjótt sum til ber, at nýggi stjórin verður settur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald