Mentan

Sjómannadagurin í Klaksvík í dag

Fleiri túsund fólk luttaka væntandi á Sjómannadegnum, sum verður settur klokkan 10:45

Mynd: Norðlýsið

Mynd: Norðlýsið

2018-08-18 08:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tiltøk hava verið gjøgnum alla vikuna, og í dag verður Føroya Sjómannadagur hildin í Klaksvík.

Undanfarnu árini hava verið millum 5000 og 10.000 fólk í Klaksvík hendan dagin, og væntandi leita nógv fólk sær eisini til fiskivinnuhøvuðsstaðin í dag.

Skráin byrjar longu klokkan 9 tá føroysku træseglskipini og motorbátar hittast á Pollinum og seta segl, og koma á Klaksvíkina klokkan 10.

Klokkan 10:45 bjóðar Jógvan Skorheim, borgarstjóri, vælkomin og Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, setur dagin og handar bestu skipum og bátum heiðursmerki.

Gjøgnum dagin eru ymiskar kappingar so sum Skipalista-kviss, FM í at vinda hespu upp í noða, FM í agnskering, egning, trolbøting, halda dregg, sjómannstak og mangt annað.

Síggj alla skránna her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder