Amerikanski sjónleikarin, Jerry Stiller, kendur frá sjónvarpsrøðunum ”Seinfeld” og ”The King of Queens”, er deyður, 92 ára gamal.
Tað skrivar sonurin, sjónleikarin Ben Stiller, á Twitter:
”Tað harmar meg at skula boða frá, at pápi mín, Jerry Stiller, er deyður av natúrligum ávum. Hann var ein fantastiskur pápi og abbi og samvitskufulli húsbóndin hjá Anne í umleið 62 ár. Hann verður nógv saknaður. Elski teg, pápi”.
Jerry Stiller var føddur 8. juni 1927 í New York og var giftur við sjónleikakvinnuni Anna Meara, sum hann fekk Ben Stiller saman við.
Jerry Stiller spældi fyrstu ferð á filmi í ”A memory of Two Mondays” í 1970.
Mest kendur er hann helst fyri filmin ”Zoolander” har Ben Stiller eisini var við, og so í sjónvarpsrøðunum ”The King of Queens” frá 199 til 2007 og ”Seinfeld” 1993 til 1998.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald