Innanlands

Sjórænaradagur verður í Tjaldavíkshólmi leygardagin

MS Thorshavn fer avstað við sjórænarum klokkan 14, og á hólminum, ið hovbingar eiga, verður millum annað skattajagstran

Tiltakið í Tjaldavíkshólmi leygardagin 28. august er ætlað børnum í aldursbólkinum 6-10 ár og er ókeypis

Tiltakið í Tjaldavíkshólmi leygardagin 28. august er ætlað børnum í aldursbólkinum 6-10 ár og er ókeypis

2021-08-24 14:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Í 2015 varð skipað fyri sjórænaradegi úti í Tjaldavíkshólmi, ið hovbingar eiga. Hetta var ein frálíkur dagur, við einari rúgvu av glaðum børnum. Leitað varð kring hólmin eftir skattinum og uppgávur og spurningar skuldu loysast.

Soleiðis skrivar Tvøroyrar kommuna á heimasíðu sínari, nú ætlanin er at endurtaka tiltakið - hovbingar hava aftur verið kommununi beinasamir og játtað henni at brúka hólmin, hóast seyður er á honum í løtuni.

Lagt verður til brots av Hvítanesi klokkan 14:00 við MS Thorshavn. Umborð verða sjórænarar úr Suðuroyar Sjónleikarfelag, ið veruliga vita hvat tað vil siga at vera sjórænari og fara hesir at fáa børnini í rætta lagið, ávegis út í hólmin.

Heimasíðan tvk.fo skrivar, at á túrinum út sleppa foreldur ikki við, tí av tí at avmarkað er, hvussu nógv fólk Thorshavn kann taka við. Tey foreldur, ið ynskja út í hólmin, verða í staðin sigld yvir um við rib-bátinum hjá Thorshavn, frá brúnni í Tjaldavíkini.

Á hólminum verður skattajagstran og aftaná verður ein biti og okkurt afturvið at fáa. Farið verður av hólminum aftur umleið klokkan 17.

- Tiltakið verður sjálvandi einans til nakað um tað viðrar, annars heita vit á fólk um at lata seg í eftir umstøðunum og at royna sum best at líkjast sjórænarum.Luttøkan er ókeypis, men neyðugt er at melda seg til áðrenn, tí avmarkað er, hvussu nógv vit kunnu bjóða út henda dag.




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder