Í dag, 1. juni 2024 verða sjóuppmerking og vitaverk yvirtikin sum føroysk málsøki, og samstundis kemur kunngerð nr. 49 frá 29. mai 2024 um sjóuppmerking, siglingarskipanir o.a. í gildi, boðar Uttanríkis- og vinnumálaráðið frá.
Hetta merkir m.a., at framyvir verður Sjóvinnustýrið myndugleiki, tá ið ræður um sjóuppmerking og vitaverk. Umsóknir viðvíkjandi sjóuppmerking, undir hesum umsóknir um at flyta sjóuppmerkingar, verða tí framyvir latnar Sjóvinnustýrinum.
Í hesum sambandi verður víst á, at umsókn viðvíkjandi sjóuppmerking skal latast Sjóvinnustýrinum seks vikur, áðrenn sjóuppmerkingin verður sett í verk. Eisini verður víst á, at sjóuppmerking ikki lógliga kann setast upp, broytast, flytast ella takast burtur uttan loyvi frá Sjóvinnustýrinum frammanundan, skrivar Uttanríkis- og vinnumálaráðið.
Fráboðanir um skaða, feil, brek, mangul og annað við vita, sjóuppmerking, siglingarskipan, fráboðanarskipan og annað verða framvegis latnar MRCC.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald