Nýggi bygningurin til Sjóvinnustýrið verður boðin út í ár, og ætandi fer arbeiði í gongd við at byggja hann í 2021.
Tað upplýsti Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður við vinnumálum fyri løgtinginum í gjár.
Tað var Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, sum spurdi landsstýrismannin hvussu gekst við nýggja bygninginum til Sjóvinnustýrið.
Hann minti landsstýrismannin á, at løgtingið hevur samtykt, at sjóvinnuumsitingin skal vera í Vágum, men at hon nú er flutt til Havnar orsaka av, at ongin bygningur er til taks. Tí ótolnaðist hann eftir at frætta, hvussu gongur við ætlanini um at byggja nýggjan umsitingarbygning til Sjóvinnustýrið.
Helgi Abrahamsen vissaði tingmannin um, at Sjóvinnustýrið flytur aftur í Vágar. Byggjast skal ein bygningur til stýrið á Giljanesi, segði hann.
Upprunaliga varð bygningurin mettur at fara at kosta 13,7 milliónir krónur, men landsstýrismaðurin segði seg ivast í, um tann kostanaðarmetingin heldur longur. Tí kann einki sigast um prísin fyrr enn arbeiðið er boðið út, og tað hendir seinni í ár, segði Helgi Abrahamsen.
Treytað av at løgujáttan fæst á fíggjarlógini, kann væntandi farast undir byggingina í 2021, og arbeiðið verður ikki mett at taka meira enn umleið eitt ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald