2020-07-30 16:15
Sjúkrahúsverk Føroya: Frá 1. august skulu allir sjúklingar og avvarðandi, sum skulu búgva á Sjúklingahotellinum Tórshavn í Keypmannahavn kannast fyri Covid-19 innan fráferð úr Føroyum.
Sama er galdandi fyri tey, har útlendska sjúkrahúsið krevur potan áðrenn komu.
Uttanlandstænastan á Landssjúkrahúsinum samskipar og setir seg í samband við tey, sum ikki eru bókað til potan í august og fram.
Hesi fara at fáa svar frá einum av teimum trimum sjúkrahúsunum innan fráferð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald