Hóast Heilsumálaráðið í morgun upplýsti, at eingin er innlagdur við koronavirusinum, so stendur koronadeildin á Landssjúkrahúsinum ikki tóm.
Tað segði Tummas í Garði, varðastjóri í Sjúkrahúsverkinum við útvarpið í kvøld.
- Tey sum eru innløgd við infektiónsillgruna, har ein illgruni er um at tað kann vera korona, verða innløgd á koronadeildina fyrst. Royndir verða tiknar, og sjúklingarnir liggja har til tað er váttað, at talan ikki er um korona, segði Tummas í Garði.
Hetta er fyri at tryggja, at sjúklingar sum verða innlagdir við infektión illgruna, ikki smitta aðrar sjúklingar og starvsfólk. Tí vera teir innlagdir í isolatión á koronadeildini.
Tað kann ganga eitt hálvt samdøgur og upp til eitt samdøgur áðrenn úrslitið av koronakanningini er klár, segði Tummas í Garði við útvarpið.
48 fólk hava í løtuni koronasmittuna. 191 eru í sóttarhaldi og 5299 kanningar eru gjørdar. Sum nevnt er eingin innlagdur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald