
Bæði gjáramorgunin og aftur í morgun varð løgreglan boðsend at koma á Landssjúkrahúsið at taka sær av einum fullum fólki, sum var til ampa, tí viðkomandi ikki vildi fara av staðnum eftir at vera biðin um tað.
Politiið fór á staðið fyri at vísa persóninum burtur.
Og fyri at tað ikki skal vera lygn, so var ein líknandi tilburður eisini í gjárkvøldið nakað fyri midnátt, har ein persónur ikki vildi fara av staðnum eftir at hava fingið viðgerð á skaðastovuni.
Vaktleiðarin á politistøðini vil ikki siga um talan eisini hesaferð var um sama persón, men sigur, at Landssjúkrahúsið javnan hevur trupulleikum av fullum fólki – helst eru tey heimleys – sum ikki vilja fara av sjúkrahúsinum aftur. Hetsin trupulleiki er serliga galdandi, tá veðrið er keðiligt, leggur vaktleiðarin afturat.
Ein líknandi tilburður var á Oyrarbakka í gjárkvøldið. Tá var tað ein bussførari, sum bað løgregluna um hjálp fyri at fáa ein druknan persón úr bussinum. Helst hevur viðkomandi verið sovnaður og noktaði at fara út.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald