![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Avmarkingarnar, sum hava verið á teimum trimum sjúkrahúsunum, fara úr gildi í morgin, mánadagin. Tá verður latið upp aftur fyri vitjandi og tað verður ikki longur neyðugt at brúka masku.
Tá koronasmittan tók seg upp aftur eftir ólavsøku vórðu ymisk tiltøk sett í verk fyri at minka um smittuvandan inni á sjúkrahúsunum. Tað hevur havt sær, at avvarðandi ikki hava havt somu møguleikar at vitja á deildunum og øll, sum hava havt ørindi á sjúkrahúsinum, hava verið biðin um at brúka masku fyri nøs og munn.
Nú tamarhald tykist verða fingin á koronasmittuni og mest sum eingin nýggju tilburður hevur verið seinastu vikurnar, so hevur Sjúkrahúsverkið valt at seta úr gildi tiltøkini.
Mint verður tó á almennu tilmælini um frástøðu og reinføri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald