Sum ein liður í ætlanini at skapa ein felags samleika, skipaði Sjúkrahúsverkið fyri navnakapping at smíða nýggj nøvn til sjúkrahúsini í Føroyum.
Navnanevndin, ið varð sett at meta um uppskotini, lat landsstýrismanninum trý uppskot til nýggj nøvn umframt ynski um at varðveita verandi nøvn, har minnilutarnir grundgeva fyri sínum tilmælum.
Við støði í, at tað ikki fyriliggur eitt greitt meirilutatilmæli frá navnanevndini, hevur landsstýrismaðurin avgjørt ikki at broyta nøvnini á teimum trimum sjúkrahúsunum. Sostatt verður yvirskipaða heitið fyri samlaða verkið Sjúkrahúsverkið, meðan sjúkrahúsini halda fram undir verandi nøvnum – Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Í tilmælinum verður eisini víst á, at tað, at hesi trý nøvnini hvør sær vísa til eitt land, ein bý og eina oyggj er ein styrki og eitt føroyskt sereyðkenni, sum myndar føroyska samfelagið væl.
Navnabroytingin var bert ein partur av arbeiðinum við felags samleikanum, og fer leiðslan fyri sjúkrahúsverkið at halda áfram við hesum arbeiðinum.
Landsstýrismaðurin takkar sjúkrahúsleiðsluni og navnanevndini fyri tað stóra arbeiðið og tann eldhuga, tey hava sýnt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald