Listin við undantøkunum, sum Sjúkrahúsverkið ynskir, bleiv fyrrapartin sendur Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarførðingar.
Og biðið er um undantøk til allar seingjardeildir á øllum trimum sjúkrahúsunum. Hetta er til akutt virksemi, men eisini so røkt kann gevast til teir sjúklingar, sum eru innlagdir og mugu vera innlagdir, sigur Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverkinum við útvarpið.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar boðaði í gjár frá umfatandi arbeiðssteðgi. Allir sjúkrarøktarfrøðingar á øllum seingjardeildum í sjúkrahúsverkinum fara verkfall mánamorgunin klokkan 8.
Steinar Eirikstoft sigur, at vónandi kemur eitt svar skjótt, tí nógv skal planleggjast í mun til tey undantøk sum verða givin ella ikki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald