2020-08-16 12:20
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Í løtuni er áhugin fyri at lata seg kanna fyri koronu ikki eins stórur, sum hann hevur verið, so Sjúkrahúsverkið hevur tillagað upplatingartíðirnar, boðar Sjúkrahúsverkið frá í tíðindaskrivi.
Kannað verður fyri koronu hesar tíðir í komandi viku:
Í Klaksvík á Víkavegnum
Mánadag, mikudag, hósdag og fríggjadag frá 10 til 12
Týsdag frá 10 til 11.
Í Runavík við Skótahúsið
Týsdag frá 13 til 15
Í Tórshavn á Eirargarði
Gerandisdagar frá 17 til 19
Leygardagin 13 til 15
Á Tvøroyri við skúlan í Trongisvági
Mánadag, mikudag, hósdag og fríggjadag 9 til 12
Týsdagin verða ongar kanningar gjørdar á Tvøroyri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald