placeholder
Innanlands

Sjúkrahúsverkið: Støðan ikki hættislig í løtuni

Tey innløgdu eru millum 70 og 90 ár, og tað er eingin av teimum, sum hevur tørv á andingartóli. Sjey fólk eru innløgd á koronadeildini, og tað er pláss fyri fleiri um tørvur er á tí, sigur varastjóri í Sjúkrahúsverkinum

Tummas í Garði, varastjóri í Sjúkrahúsverki Føroya (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tummas í Garði, varastjóri í Sjúkrahúsverki Føroya (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-11-01 13:19 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Støðan í Sjúkrahúsverkinum er ikki hættislig hóast tað eru sjey fólk innløgd. Tað segði Tummas í Garði, varastjóri í Sjúkrahúsverki Føroya, við útvarpið á middegi.

Tað var annars lítið hugaligur boðskapur, sum Shain Gaini, serlækni í infeksjónsmedisini á Landssjúkrahúsinum, kom við í útvarpinum í gjárkvøldið. Hann segði at um smittutølini ikki minka heilt skjótt, mælti hann til at lukka Føroyar niður.

Men støðan á Landssjúkrahúsinum er ikki so álvarslig. Ikki í løtuni í øllum førum, sigur Tummas í Garði.

- Hetta eru eldri fólk millum 70 og 90 ár. Tað er eingin sum hevur tørv respirator. Og so hava vit hava ein russiskan sjómann, sum hevur stabiliserað seg, og sum ikki hevur tørv á respirator sum er, greiðir hann frá.

- Koronudeildin hevur átta stovur, og tað er møguligt at leggja fleiri enn tað inn á deildin, og Sjúkrahúsverkið hevur meira pláss enn tað. Men tað sum avbjóðingin kann vera, er at manna koronudeildina fyri seg.

Við at manna koronudeildina fyri seg, verður Sjúkrahúsverkið vart ímóti at fara niður í ferð og at skula avloysa ætlaðar viðgerðir og viðtalur.

- Tað er ein vandi fyri, at tað kunnu koma fleiri innleggingar. Sjúkrahúsverkið klárar nógv fleiri innleggingar enn vit hava nú, men so vera skurðviðgerðir og ambolantar viðgerðir útsettar, og tað ynskja vit at sleppa undan, segði Tummas í Garði við útvarpið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder