placeholder
Innanlands

Sjúkrahúsverkið tillagar tíðirnar eitt vet

Týsdagin verður aftur møguligt at lata seg kanna fyri koronu í Runavík, í Klaksvík verður kannað mánadag, mikudag og fríggjadag, og tíðirnar eru óbroyttar Í Havn og á Tvøroyri

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-08-31 07:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hesa vikuna ger sjúkrahúsverkið aftur tillagingar í kanningartíðunum.

Í morgin, týsdagin verður aftur møguligt at lata seg kanna fyri koronu í Runavík. Í Klaksvík verður kannað mánadag, mikudag og fríggjadag. Tíðirnar eru óbroyttar Í Havn og á Tvøroyri.

Her er yvirlit av kanningartíðum á kanningarstøðunum hjá Sjúkrahúsverkinum hesa vikuna. Hetta er galdandi til og við 6. september.

Klaksvík, á Víkarvegi:
Mánadag, mikudag og fríggjadag kl. 9-11

Runavík, í Skótahúsinum
Týsdagin kl. 11-13

Tvøroyri, við Trongisvágs skúla:
Mánadag, mikudag, hósdag kl. 8.30-10.30
Týsdag og fríggjadag kl. 9-12

Tórshavn, á Eirargarði:
Gerandisdagar kl. 17-19.
Leygardag kl. 13-15.

Tey, ið ynskja at lata seg kanna, skulu stilla seg í bíðirøðina í meðan opið er. Øll, sum stilla seg í bíðirøðina í upplatingartíðini, verða kannað. Tað er ikki neyðugt við ávísing frá lækna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder