Innanlands

Sjúkrarøktarfrøðingar í verkfall mánadagin klokkan 8

Hesum hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar boðað Fíggjarmálaráðnum frá. Tað fer at raka øll trý sjúkrahúsini

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2023-09-28 14:42 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú hendir tað, sum hevur verið væntandi í nakrar vikur.

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar boðar í dag frá arbeiðssteðgi mánadagin klokkan 8.

Hetta er fyri allar sjúkrarøktarfrøðingar, deildarleiðarar/funktiónsleiðarar og varaleiðarar/toymisleiðarar frá mánadegi 2. oktober 2023 klokkan 8, ið arbeiða á niðanfyri standandi deildum:

Landssjúkrahúsið
• A2
• A3
• B5
• B6
• B7
• B8
• G1
• G4
• P40/PI
• P40/PA

Klaksvíkar Sjúkrahús:
• KS-3 seingjardeildin

Suðuroyar Sjúkrahús:
• Seingjardeildin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder