Innanlands

Sjúkrarøktarfrøðingar leingja undantøkini

Undantøkini, sum skuldu fara úr gildi seinnapartin, eru longd eitt samdøgur

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-10-30 13:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Undantøkini í Sjúkrahúsverkinum, sum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar skuldu fara úr gildi klokkan fýra seinnapartin, men hetta er nú longt eitt samdøgur. Til í morgin klokkan 16.

Tað upplýsir Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, fyri útvarpinum.

Enn er ikki nógv sum røkist fyri semju. Samband hevur verið millum partarnar um vikuskiftið, men eingin teirra vil geva seg, og semingsmaðurin metir tí at tað ikki loysir seg at fara undir seming.

Fýra vikur eru síðani, at fyrstu sjúkrarøktarfrøðingarnir fóru í verkfall. Fleiri og fleiri øki í Sjúkrahúsverkinum eru síðani rakt, og í dag eru 40 deildir raktar av verkfallinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder