Tað eydnaðist ikki semingsstovninum at fáa sjúkrarøktarfrøðingarnar og umboðini fyri Fíggjarmálaráðið at nærkast hvørjum øðrum í samráðingunum um nýggjan sáttmála.
Tí gavst semingsmaðurin við semingsroyndunum eftir stuttan fund seinnapartin í dag, segði Terje Sigurðsson við kringvarpið fyri løtu síðani.
Enn hevur Felagið føroyskir Sjúkrarøktafrøðingar ikki tikið støðu til, hvat nú skal henda, men sambært Óluvu í Gong, forkvinnu, er verkfall tann natúrliga fylgjan.
Tað segði hon í samrøðu við Kringvarp Føroya fyri løtu síðani.
Hon greiðir frá, at tey líka síðan samráðingarnar byrjaðu í apríl hava roynt at komið við loysnum, men at tey hava sitið yvirfyri einum mótparti, ið ikki hevur verið sinnaður at “koma við nøkrum yvirhøvur”.
Nevndin fyri felagið situr í løtuni á fundi, og forkvinnan roknar við, at tey koma við nærri boðum um hvat nú hendir einaferð seinni í dag ella í morgin.
Sáttmálin millum Felagið føroyskir Sjúkrarøktafrøðingar og Fíggjarmálaráðið gekk út á nýggjárinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald