Innanlands

Sjúkrarøktarfrøðingarnir ganga flestu umbønum á møti

Fleiri undantøk vera givin í annars umfatandi verkfallinum sum byrjar mánamorgunin

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-09-29 19:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Vit hava viðgjørt umbønirnar og vit ganga teimum flestu á møti, sigur Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingarnir, við Dag og viku í kvøld.

Nakrar umbønir hava vit spurt nærri um, og har bíða vit eftir svari, sigur Óluva í Gong.

- Vit hava tey undantøkini sum eru neyðug fyri at reka seingjardeildirnar forsvarligar so at sjúklingatrygdin ikki er í vanda, sigur forkvinna.

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar legði annars hart út í gjár, tá felagið lýsti við verkfallið, sum legði allar seingjardeildirnar á øllum trimum sjúkrahúsunum lamnar. Nú heldur so kortini - og tíbetur - neyðugt virksemið fram á deildunum.

Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverkinum, segði við Dag og viku, at allar skurðviðgerðir mánadagin eru avlýstar, og tey sum eru rakt av hesum, hava fingið boð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder