2023-10-09 09:30
Í morgun fevndi verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum eisini um skurðamublatoriið B3 á Landssjúkrahúsinum umframt flest allar seingjardeildir í Sjúkrahúsverkinum, men nú herðir Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar verkfallið enn meira.
Felagið hevur í morgun boðað Fíggjarmálaráðnum frá, at arbeiðssteðgur skal umfatar sjúkrarøktarfrøðingar og eildarleiðarar á medisinska ambulatoriinum á Landssjúkrahúsinum.
Undantikið er tó krabbamein, giktasjúkur, maga-tarmsjúkur, blóðsjúkur, palliativa toymið og hæmodialýsa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald