2018-08-20 18:14
Mikudagin verður leikurin Sjúkt sunn frumsýndur á Tjóðpallinum. Sjúkt sunn er ein svørt komedia - sum á ein øðrvísi og stuttligan hátt tekur álvarsom evni upp.
14 ára gamla Emilia Momsen hevur etingarólag, men tað er ikki nøkur sjúka, tað er ein lívsstílur, sigur hon. Foreldrini royna hvat tey kunnu at hjálpa henni, men teirra lív er heldur ikki so lætt, og tá mamman fær at vita, at hon hevur sklerosu og pápin hvørvur tá hann sníkjir seg út at roykja, og konfirmatiónin nærkast, og tey fáa gestir alla møguliga staðni frá, og hundurin er kanska eisini sjúkur, so er um at ganga heilt galið hjá familjuni.
Sjúkt sunn er ein leikur til øll, ið hava heilsu. Er tað møguligt, at verða so sunn, at tað í veruleikanum er sjúkt? Hvar gongur markið í millum at tapa seg nøkur kilo og at svølta seg í hel? Er Anorexi ein lívsstílur? Er royking eitt brotsverk móti mannaættini? Hvør eigur luftina? Hvør er sjúkast, tey sjúku ella tey sunnu? Hesar, og fleiri spurningar, fæst kanska svar uppá í leikinum.
Etingarólag er einki at spæla við, men tað ber kortini til at flenna at tí, eins og øllum øðrum, og á tann hátt kanska loysa upp fyri nøkrum hugsanum, spurningum og hugleiðingum um evnið.
Mette Heeno hevur skrivað leikritið og Hans Tórgarð hevur týtt og leikstjórnað. Leikarar eru Gunnvá Zachariasen og Mariann Hansen, ið spæla allar leiklutirnar.
Leikurin vendir sær fyrst og fremst til tannáringar, men hann snýr seg kortini um alla familjuna, og foreldur at tannáringum fáa tí líka nógv burturúr sum tannáringarnir sjálvir.
Sýningar vera á Tjóðpallinum mikudagin til sunnudagin og í næstu viku verður leikurin sýndur í Sørvági mentanardøgunum Vesturskin. Síðani verður farið runt landið við leikinum.
Atgongumerki kunnu keypast á tjodpallur.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald