Innanlands

Sjúrður argaðist inn á óvæntaðu Føroyavitjanina

Løkke vil sleppa at vera stjórnarleiðari í fýra ár afturat, var høvðusboðskapurin á Føroyaferðini

Sjúrður Skaale sendi live beint eftir framløguna (Mynd: Sverri Egholm)

Sjúrður Skaale sendi live beint eftir framløguna (Mynd: Sverri Egholm)

2019-05-31 17:09 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Lars Løkke Rasmussen, danski forsætisráðharrin, verður ofta sagdur at vera ein politikari, sum kann ganga sínar egnu leiðir og ofta taka óvæntaðar avgerðir.

Hetta varð havt á lofti herfyri, tá hann byrjaði at leggja upp til eitt stjórnarsamarbeiði við sosialdemokratarnar í sambandi við útgávuna av eini nýggjari bók.

Og tað varð eisini sagt fyrr í vikuni, tá Vinstriflokkurin boðaði frá, at Lars Løkke ætlaði sær til Føroyar fyri at ”hitta fólkið” fimm dagar undan sjálvum fólkatingsvalinum.

Ongantíð fyrr hevur ein danskur forsætisráðharri brúkt ein heilan dag so langt frá sínum egnu veljarum so stutt undan valinum. Í veruleikanum meira enn ein dag, tí ein partur av degnum í gjár varð eisini brúktur í góðum føroyskum lagi, tá forsætirsáðharrin sigldi við sluppini tað seinasta strekkið av flaggsiglingini úr Helsingør til Norðurbryggjuna í Keypmannahavn.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Segði onki óvæntað
Tí varð hildið, at hann fór at hava okkurt heilt serligt at boða frá, tá mikrofonin varð tendrað til almenna tiltakið í Öström. Men so var ikki.

Eygleiðarar og onnur við skili fyri politikki sótu undrandi.

Tí hann segði ikki annað enn tað, sum kundi væntast av honum. Hann heldur at Ríkisfelagsskapurin hevur stóran týdning, og tí vildi hann eisini hitta føroyingar í sambandi við valið hesaferð – tíverri náddi hann ikki til Grønlands. Og nei, tað var ikki Sólrún, sum vildi sleppa ein túr heim.

Høvuðsboðskapurin var, at Lars Løkke fegin vil fáa møguleikan at vera forsætisráðharri í eitt valskeið afturat. Og ein atkvøða fyri Sjúrði Skaale var tað sama sum at ynskja, at Mette Frederiksen (forkvinnan í danska javnaðarflokkinum, red.) skuldi vera forsætisráðharri heldur enn hann.

- Men eg komi ikki fyri at blanda meg upp í føroyskan politikk, endurtók Lars Løkke Rasmussen fleiri ferðir.

Sjúrði dámdi einki
Ein, sum als ikki var fegin um at hoyra hetta, var føroyski fólkatingslimurin fyri Javnaðarflokkin, Sjúrður Skaale, sum sjálvur var ein av heilt fáu uppstillaðu, uttan fyri sambandslistan, sum var til tiltakið.

Sjúrður setti stjórnarleiðaranum ein spurning hesum viðvíkjandi, og valdi eftir fundin at senda live frá tiltakinum, har hann við greiðum orðum greiddi veljarunum frá, at hann var ikki sørt irriteraður yvir tað hann hevði upplivað:

Tað, sum sermerkti ”valfundin” hjá Lars Løkke var, at hann ikki nýtti høvi – nú fleiri donsk miðlafólk vóru til staðar – at senda ein boðskap til donsku veljararnar og síni egnu politisku mótstøðufólk.

Helt seg til Føroyar og ríkisfelagsskapin
Hann helt seg til tey føroysku viðurskiftini og viðurskifti sum kunnu styrkja Ríkisfelagsskapin, sum tykist at vera blivið eitt hjartamál fyri sitandi forsætisráðharra.

Og hann legði upp til eitt samstarv á meira virðiligum grundarlag, til víðari møguleikar á uttanríkisráðnum undir sonevndu DFG-skipanini (nýggja ”heitið” fyri ”Danmark for såvidt angår Færøerne/Grønland), fleiri møguleikar hjá føroyskum lesandi í Danmark og donskum lesandi í Føroyum og størri viðgerðartrygd í heilsuverkinum.

Ein kundi fáa illgruna um, at tað var ein desperatur stjórnarleiðari, sum nú ger sín seinasta vørr í eini desperatari roynd at bjarga sær stjórnarvaldið, men tað avvísti hann.

- Eg eri realistiskur optimistur. Latið okkum nú síggja. Tað gongur jú væl í Danmark – ikki eins væl og í Føroyum – men tað gongur væl á flestu økjum. Eg havi eina vón um, at danir fara aftur at venda sær flokkarnar, sum vísa javnvág og hava skilagóðan politikk á øllum økjum, heldur enn at stuðla teimum flokkum og politikarunum, sum einans hava eitt mál á skránni, segði Lars Løkke Rasmussen.

Við flaggskipinum inn á Skálafjørð
Eftir framløguna og kjakið í Öström fingu miðlarnir høvi at gera samrøður við forsætisráðharran uttanfyri, og síðan var farið yvir á Vestaru bryggju, har flaggskipið hjá Bakkafrost, Hans á Bakka, var komin fyri at sigla forsætisráðharran inn á Glyvrar at vitja føroya størsta alifyritøku.

Í kvøld verður farið á Koks Frammi við Gjónna. Í skránni stendur ikki, at tað verður fyri at eta, men at hava ”en samtale om turisterhvervets muligheder på Færøerne”. 

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder