Innanlands

Sjúrður fær rós fyri Hamas-røðu á Fólkatingi

Besta røðan, ið hevur verið hildin á danatingi í longri tíð, vóru tingfelagar samdir um

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-05-30 12:49 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjár var endaorðaskifti á Fólkatingi um politisku støðuna heima og úti í heimi. Og sum so ofta, var tað føroyski tinglimurin, Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinum, ið var tann seinasti, sum fekk orðið.

Klokkan varð farin yvir midnátt, tá hann helt sína væl fyrireikaðu røðu, ið øll snúði seg um stríðið millum Ísrael og Hamas.

Eftir røðuna ljóðaðu einstakir lógvabrestir, hóast tað ikki er loyvt at klappa á Fólkatingi. Og tingfelagar úr øllum flokkum nýttu høvi til at takka Sjúrði fyri røðuna, sum av fleiri varð søgd at vera tann besta, ið hevur verið hildin á fólkatingi í nógv ár.

Sjúrður loyvdi sær at tosa beint út úr posanum, og kallaði Hamas fyri ein felagsskap, ið fagnaði deyðan (hann brúkti orðið 'dødskult', red.), og hann samanbar statin Ísrael við rithøvundin Shalman Rushdie og fatwa'ina, deyðadómin, hann fekk lýsta yvir seg.

Sjúrður vísti á tann ógvusliga ágangin, ið verður vístur móti jødum kring allan heim, eisini í Danmark, har jødisk foreldur ikki tora at lata børn síni fara í skúla longur.

Og serliga øtaðist hann yvir, at ungdómar á Keypmannahavnar universiteti nú fagna krøvunum hjá Hamas um at niðurberja Ísrael sum stat. Sjúrður Skaale segði seg ikki kunna skilja, at hetta verður góðtikið í Danmark í dag.

Røðan kann hoyrast í filminum yvir greinini her.

Sjúrður hevur eisini sjálvur lagt røðuna út á Facebook-vangan hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi, og her hoyrast eisini nakrar av rósandi viðmerkingunum frá øðrum fólkatingslimum og frá Mette Frederiksen, statsministara:


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder