Innanlands

Skaddur føroyingur fluttur við tyrlu á sjúkrahús í Írlandi

Óhapp hendi umborð á uppsjóvarskipinum Arctic Voyager í gjár

(Mynd: Rescue 117/Irish Coast Guard)

(Mynd: Rescue 117/Irish Coast Guard)

2020-02-25 07:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein 22 ára gamal maður við føroyska uppsjóvarskipinum Arctic Voyager varð um middagsleitið í gjár fluttur við tyrlu til universitetssjúkrahúsið í Cork við skaða.

Heimasíðan hjá írska kringvarpinum, RTÉ, skrivar, at maðurin fekk skaða, tá hann varð raktur av eini tungari ketu undir stálarbeiði í gjáramorgunin. Trolarin var tá staddur 400 kilometrar – tað er um 215 fjórðingar – frá írsku strondini út frá suðurírska býnum Cork.

Tað var MRCC Tórshavn, sum boðaði írsku bjargingartænastuni frá hendingini. Av føroysku MRCC støðini ynskja tey ikki at upplýsa nærri um hvat tað var, sum hendi, men vátta at tey fingu fráboðan um, at ein maður var komin skaða, og av tí at hendingin fór fram í írskum øki, varð málið sent víðari til írsku bjargingartænastuna at taka sær av.

MRCC støðin á Valentia Island á írsku vesturstrondini tók sær av at samskipa átakið, skrivar rte.ie.

Arctic Voyager fekk boð um at sigla inn móti landi, og ein bjargingartyrla, Rescue 117, varð send úr Waterford eftir manninum. Og 5 fjórðingar vestur úr Dursey Island varð maðurin beint eftir middag tikin upp í tyrluna og flogin til floghavnina í Cork og fluttur víðari til Cork University Hospital.

Veðrið var sjaskut við aldum upp í sey metrar, upplýsir rte.ie, sum eisini hevur myndir av skipinum, tiknar frá tyrluni.

Sí: Injured fisherman rescued off Cork coast 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder