Innanlands

Skal vera betur atkomuligt hjá borgarum at brúka svimjihylin á Oyrarbakka

Ein trappa er nú komin, sum skal gera tað lættari og tryggari hjá øllum

Áður hevur tað bara verið ein stigi, men nú verður betur atkomuligt hjá borgarum at brúka svimjihylin (Mynd: sunda.fo)

Áður hevur tað bara verið ein stigi, men nú verður betur atkomuligt hjá borgarum at brúka svimjihylin (Mynd: sunda.fo)

2025-11-11 15:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sunda kommuna: Sunda kommuna hevur monterað eina trappu í svimjihylinum á Oyrarbakka. Áður hevur tað bara verið ein stigi, men nú verður betur atkomuligt hjá borgarum at brúka svimjihylin.

Nýggja trappan skal gera tað lættari og tryggari hjá øllum at koma í og úr hylinum. Trappan hevur bæði handlista og eitt gott hall, ið ger tað lættari hjá børnum, eldri og øðrum brúkarum at sleppa trygt í hylin. 

Rørsla í svimjihyli er sera gott fyri heilsuna, og Sunda kommuna ynskir, at svimjihylurin skal verða eitt stað, har øll kenna seg væl og trygg.

Svimjihylurin hevur opið mánadag, mikudag og fríggjadag 17.00 - 20.00 og leygardag 09.00 - 13.00 (08.00 - 09.00 eldri).  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder