Í dag eru tvey tiltøk í Skála skúla. Í føroyskum fólkaskúlum hevur tað verið ein siður at byrja dagin við morgunsangi. Skála skúli bjóðaði almenninginum við til morgunsang í morgun.
Ein serlig søguløta verður í skúlanum á Skála í kl. 17.15, tá rithøvundurin Rakel Helmsdal fer at lesa søgur fyri børnunum – hon hevur millum nógv annað skrivað skrímslabøkurnar.
Forminnisfelagið fyri Skála og Skálafjørð skipa fyri kvøldsetu í húsinum hjá felagnum flaggdagin 25. apríl. Á skránni er felagssangur, fyrilestur við Jóan Paula Joensen og tónleikaframførsla.
Fríggjadagin kl. 17 verður gongutúrur við frásøgufólki. Gingið verður í fótasporunum hjá Ormi bóndi. Ferðaleiðari á túrinum er Hallgrím Johannesen. Gongutúrurin byrjar í Prestá har kaffi, te og vaflur verða til keyps. Síðani verður gingið eftir gøtuni oman við Prestá og víðari út á Berjarheygg.
Tiltakið gakk og renn – av Selatrað á Skála, er aftur á skránni í ár. Talan er um eitt hugnaligt rørslutiltak við góðum mati. Møguleiki er at velja ímillum ymsar teinar eftir vegnum og upp um Skarið. Tiltakið, sum verður sunnudagin, er bæði fyri tann roynda rennaran og fyri barnafamiljuna.
Fríøkið við Prestá
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald