Innanlands

Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið fingið nýggjan stigabil

Tað var í fjør heyst, at sáttmáli varð gjørdur við RK Brand & Teknik í Ringe um at útvega ein Scania stigabil frá Rosenbauer í Karlsruhe í Týsklandi, og nýggi stigabilurin kom til Føroya fyrr í mánaðinum

Teir tríggir borgarstjórarnir saman við Borgar Hansen, Fróða Danielsen og Sunleiv Højgaard frá Sløkkiliðnum

Teir tríggir borgarstjórarnir saman við Borgar Hansen, Fróða Danielsen og Sunleiv Højgaard frá Sløkkiliðnum

2025-09-19 17:05 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nes kommuna: Nýggi stigabilurin hjá Skálafjarðar Kommunala Sløkkiliði kom til Føroya fyrr í mánaðinum.

Tað var í fjør heyst, at sáttmáli varð gjørdur við RK Brand & Teknik í Ringe um at útvega ein Scania stigabil frá Rosenbauer í Karlsruhe í Týsklandi, har bilurin er uppbygdur.

Økið við Skálafjørðin er í stórari menning, og nýggir bygningar koma í næstum, sum hava alsamt fleiri hæddir. Eisini gerast ferðamannaskipini hægri og hægri. Íløgan í 32 m langa stigan var tí alneyðug hjá SKS. Kostnaðurin er slakar 6,5 mió. kr.

Aftan fyri Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið (SKS) standa tær tríggjar kommunurnar við Skálafjørðin, Nes – , Runavíkar- og Sjóvar kommuna.

Felagsskapurin var stovnaður fyri 51 árum síðan, tann 4. september 1974. Samstarvið hevur verið fyrimyndarligt við sera góðum og trúgvum sløkkiliðsfólkum – tey seinastu mongu árini við Sunleivi Højgaard sum tilbúgvingarleiðara og Vilhelm M. Olsen sum varaleiðara.

Fólkatalið í hesum trimum kommunum er nú áleið 7.300, meðan fólkatalið var á leið 4.400, tá ið felagskapurin varð stovnaður. SKS fevnir um eitt rættiliga vítt øki, av Eystnesi og norður til Funnings.

Í tilbúgvingarnevndini fyri Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið eru teir tríggir borgarstjórarnir fastir limir, harafturat hevur Runavíkar kommuna tveir fastar limir. Í nevndini er eisini tilbúgvingarleiðarin og eitt umboð frá fútanum. Eisini møtir varaleiðarin til fundirnar.

Í tilbúgvingarnevndini sita nú:

  • Súni í Hjøllum, formaður
  • Hans Anders Jacobsen, næstformaður
  • Tórbjørn Jacobsen
  • Terje B Vestergaard
  • Pauli Poulsen
  • Sunleiv Højgaard og
  • Hans L. Djurhuus


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder