
Kommunuvalið nærkast, og kring landið hava ymisku flokkarnir og feløgini uppstillingarfundir.
Ein uppstillingarfundur til verður í kvøld, týsdagin 22. september kl.19.00, í skúlanum á Skála. Hann er til Skálanevndina, ið hevur til endamáls at taka sær av áhugamálum á Skála og Skálafirði fyri at tryggja fólki á staðnum ummælisrætt í málum, sum viðvíkja staðbundnum viðurskiftum.
Runavíkar kommuna skrivar, at í nevndini sita fimm limir. Harav verða tríggir valdir av og millum borgarar á Skála og Skálafirði eftir kommunalu vallógini. Hinir báðir limirnir eru borgarstjórin og ein býráðslimur.
Seinasta val vóru sjey valevni til staðbundnu nevndina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald