Mentan

Skarv fyri seinastu ferð

Ballið í Pilestræde er liðugt. Skarv hevur í kvøld opið fyri seinastu ferð og steingir eftir 49 ár

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-05-18 16:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroyska savningarstaðið í náttarlívinum í danska høvuðsstaðnum síðan 1975, hevur í kvøld opið á síðsta sinni.

Tað var í mars mánað, at boðað var frá, at Skarv letur aftur eftir næstan hálva øld í Pilestræde, nærhendis gongugøtuni Strøget.

[object Object](Savnsmynd)

Nógv er á skránni, nú dyrnar lata aftur. Frá klokkan 19 til 21 er móttøka, har øll eru vælkomin. Eftir hetta lata dyrnar alment upp, og fleiri framførslur eru á skránni. Á pallin fara Jens Marni Hansen, Uni Debess, Hans Petur í Brekkunum, Sámal Ravnsfjall, Johan Hentze og Danny Baldursson.

Skarv Bar varð stovnað av Daniel Peter Thorsteinsson í februar 1975, sum hann saman við konu síni Kirsten Thorsteinsson og partamanninum Arnfinn Thorsteinsson, hevur rikið til 2015. Í 2015 yvirtók dóttir hansara, Siri Thorsteinsson, Skarv Bar.

Korona, inflatión og manglandi inntøkur gera, at staðið ikki ber seg longur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder