Innanlands

Skattalækking á veg í Eysturkommunu

Uppskot er um, at skattaprosentið verður undir 20 komandi ár

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-10-30 09:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Borgarar í Eysturkommunu kunnu rokna við skattalætta, hægri barnafrádrátti og íløgur fyri smáar 60 milliónir krónur í komandi ári. Hóskvøldið hevði býráðið í Eysturkommunu fyrstu viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2024.

Fíggjarætlanin varð einmælt samtykt á fundinum.

Skattastigið fyri komandi ár er ásett at vera 19,9 prosent, ið er ein lækking á 0,6 prosentstig, og barnafrádrátturin hækkar úr 8.500 upp í 9.000 krónur fyri hvørt barnið. 

Samlaðu inntøkurnar eru mettar at verða 141 milliónir krónur og rakstrarútreiðslurnar hækka við umleið 4,5 posentum, sum í stóran mun er lønarhækkan, skrivar Eysturkommuna á heimasíðuni. 

Av íløgum, ið standa fyri framman, kunnu nevnast skúlaútbygging, vælveruøki, róðrarneyst og útstykking í Syðrugøtu. Eisini eru aðrar smærri verkætlanir við í fíggjarætlanaruppskotinum, sum skal hava eina viðgerð afturat í býráðnum.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder