Innanlands

Skeltið verður skift út

Runavík fer at standa í frákoyringini í Eysturoyartunlinum. Møguliga verður Klaksvíksskeltið standandi

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2020-12-04 20:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað elvdi til kjak at tað í frákoyringini í rundkoyringini í Eysturoyartunlinum skuldi vera eitt skelti, sum vísti til Klaksvíkar. Á Facebook eru fleiri sum hava gjørt vart við sína ónøgd.

Borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen hevur gjørt vart við tí, sum eftir hansara tykki er ein trupulleiki, og nú verður skeltingin broytt. Tað visti útvarpið í kvøld.

- Tað er ikki soleiðis at vit eru púra ómøgulig at fáast við. Vit hava gingið Torbjørn Jacobsen á møti, at tá Eysturoyartunnilin letur upp kann man velja í millum at koyra til Strendur ella Runavíkar, segði Sigurd Lamhauge, stjóri í Landsverki, við útvarpið.

Hann legði afturat, at tað harvið ikki er sagt, at tað ikki eisini verður eitt skelti, sum vísir at hetta er sama farleið sum til Klaksvíkar.

Orsøkin til núverandi skelting eru yvirskipaðu leiðreglurnar fyri skelting, har bilførarin fær at vita hvar hann er á veg.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder