Strandferðslan boðar frá, at frá í morgin, 2. apríl, verður farið til tilkalliskipan á leið 58 (Ritan), 61 (Spógvin) og 66 (Sildberin) og á ávístum Bygdaleiðum. Talan er um hesar:
-Leið 100: Tórshavn – Vestmann
- Leið 300: Tórshavn – Flogvøllurin – Sørvágur
- Leið 400: Tórshavn – Klaksvík
- Leið 500: Klaksvík – Viðareiði
- Leið 600: Skopun – Skálavík
. Leið 700: Sumba – Vágur – Tvøroyri
- Leið 701: Fámjin – Tvøroyri – Sandvík
Tað eru somu leiðirnar, ið vóru nevndar í kunning mánakvøldið, sum sostatt fara aftur í avmarkaða koyring fyrr enn ætlað.
Ferðafólkatalið á stórum bussum verður skert niður í 9 fólk og á minni bussum niður í 3 fólk. Tey fáu tøku plássini í bussunum, har almennu tilmælini eisini verða fylgd, eru serliga til fólk, ið røkja samfelagsligar kjarnuuppgávur.
Strandferðslan skrivar á heimasíðu sínari, at ferðafólk skulu upplýsa navn og telefonnummar, og skulu seta seg á ávíst nummarrað umborð fyri at halda frástøðu, og hervið minka um smittuvandan í sambandi við Covid-19. Enn verður rátt til at ferðast minst møguligt við almennari samferðslu - bara um tað er alneyðugt.
Ferðafólkatølini á leið 55 lækkar úr 35 niður á 16 - Vegna trygdarumstøður á lendingini á Kirkju verður Hattarvíkar høvuðshavn í Fugloy næstu vikurnar. Á leið 61 og 66 halda ferðafólkatølini áfram at verða skerd niður í ávikavist 4 og 10
Vetrarferðaætlan heldur fyribils fram á leið 56 (Klaksvík - Syrðadal)
Fastbúgvandi hava framíhjárætt til plássini umborð, men skulu eins og onnur bíleggja pláss frammanundan, skrivar ssl.fo.
Har ber eisini til at síggja skerdu ferðaætlaninar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald