Norski yvirgangsmaðurin Anders Breivik hevur fyri triðju ferð skift navn.
Hetta skrivar Aftenposten.
47 ára gamli norðmaðurin, sum í 2011 drap 77 fólk í 2011 eitur nú Jan Johansen, sum er vanligasta samanseting av nøvnum í Noreg. Navnaskiftið varð góðkent av norsku myndugleikunum í síðstu viku.
Í 2017 skifti hann navn til Fjotolf Hansen, og í fjør var tíðin aftur komin til navnaskifti. Tá fekk hann sær serstaka navnið Far Skaldigrimmr Rauskjoldr af Northriki.
Drap 77 fólk
Anders Behring Breivik var í 2012 dømdur fyri yvirgangsálopini tann 22. juli 2011. Í bumbuálopi stjórnarbygningarnar í Oslo, har átta doyðu. Stutt eftir setti hann kós móti Utøya, har ungdómur hjá Arbeiderpartiet hevði summarlegu. Har drap hann 69 fólk. Breivik fekk 21 ára varðhald, sum tá var harðasta revsing í Noreg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald