ES-tingið hevur nú samtykt, at Bretland kann fara úr ES-samstarvinum eftir 47 ár sum limaland.
Bæði ES-tingið og bretska tjóðartingið skuldi atkvøða fyri avtaluni áðrenn bretar kundu fara úr felagsskapinum. Í farnu viku var avtalan endaliga samtykt í London, og í gjár varð tað samtykt av einum stórum meiriluta í ES-tinginum.
621 ES-tinglimir atkvøddu fyri brexitavtaluni, meðan 49 atkvøddu ímóti. Sostatt fer Bretland úr ES-samstarvinum á middnátt í annaðkvøld, 31. januar.
Atkvøðugreiðslan var í gjár eftir eitt tveir tímar langt kensluborið orðaskiftið í tingsalinum í Brússell. Og tá úrslitið av atkvøðugreiðsluni var greitt, tóku tinglimir undir at syngja siðbundna skotska skilnaðarsangin ”Auld Lang Syne” – ”Hvør skuldi gamlar gøtur gloymt”.
Hóast stórur meiriluti var fyri avtaluni, ljóðaðu nógvar evropeiskar ávaringar móti bretsku avgerðini um at fara úr felagsskapinum.
- Tað er syrgiligt at síggja eina tjóð, ið hevur givið okkum so nógv á mentanarliga, búskaparliga og politiska økinum, og sum hevur fríað okkum tvær ferðir, nú rýma frá okkum, segði belgiski Guy Verhofstadt, sum hevur verið samráðingarleiðari hjá Europatinginum í brexit-samráðingunum.
- Um eg kundi støðgað brexit við at atkvøða nei, hevði eg gjørt tað, segði Verhofstadt millum annað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald