Innanlands

Skipa aftur fyri Fjølmentanarfamiljulegu

Í hesum sambandi sóknast Reyði Krossur eftir sjálvbodnum at hjálpa á leguni, sum verður í døgunum 10. - 12. oktober

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-08-04 14:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eftir eitt árs steðg, vendur sera vælumtókta fjølmentanarfamiljulegan hjá Reyða Krossi aftur.

Familjulegan savnar familjur úr øllum heiminum, sum búgva í Føroyum. Legan verður hildin í Nesvík í døgunum 10.-12. oktober.

Í hesum sambandi sóknast sjálvbodna leguleiðslan eftir fólki at hjálpa til sum sjálvboðin á leguni, og sostatt vera við til at skapa eina trygga, stuttliga og inkluderandi legu, skrivar Reyði Krossur í tíðindaskrivi.

– Sjálvboðin fáa bjóðað skeið í sálarligari fyrstuhjálp, møguleika at taka kropsligt fyrstuhjálparskeið, umframt at fáa innlit í og gerast partur av heimsins størsta hjálparfelagsskapi, har dentur er lagdur á trivnaða, menning og góðan felagsskap.

– Á leguni sjálvari kanst tú vænta tær nógvar góðar upplivingar, prát og virksemi, og sjálvsagt at koma í samband við og vera um fittu familjurnar og hini sjálvbodnu, ið eins og tú vilja gera ein mun.

– Sjálvbodna leguleiðslan er komin væl ávegis við fyrireikingunum, tó so eru góðir møguleikar at geva sítt íkast til virksemi. Á leguni hjálpa millum 20-30 sjálvboðin til og áleið 100 vaksin og børn við ymsum bakgrundum luttaka.

Til ber at lesa nærri um leguna og at tekna seg sum sjálvboðin á redcross.fo/intercultural. Tekningin fyri familjur við tilflytara- og flóttafólkabakgrund letur skjótt upp, og ber til at fylgja við á sosialu miðlunum og á heimasíðuni, skrivar Reyði Krossur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder