Fyri fjórðu ferð verður skipað fyri stórari skrivikapping í sambandi við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu, sum verður 21.-28. apríl, skrivar Bókasavnið við Løkin í tíðindaskrivi.
Í ár eru ummæli á breddanum. Høvuðsteksturin, sum skal vera á føroyskum, og atkomuligur fyri dómsnevndini, kann vera bókmentir av øllum slag, tó skal tað vera eitt heildarverk, sum td. stuttsøgusavn, yrkingasavn, skaldsøga osv. Høvuðsteksturin skal vera útgivin í 2020 ella seinni, og ummælið skal vera í mesta lagi 1200 orð, og skal ikki áður vera lagt alment fram.
Latnar verða 1. og 2. virðisløn á ávíkavist 8.000 og 6.000 krónur, umframt serstøk virðisløn til ungt fólk, sum ummælir eitt verk, ætlað til ung. Hendan virðislønin er 6.000 krónur. Vinnararnir verða kunngjørdir sunnukvøldið 21. apríl á Bókasavninum við Løkin.
Við afturvendandi skrivikappingini ynskja fyriskiparar at kveikja áhugan fyri og at styrkja føroyskt mál og skaldskap.
Fyri at kveikja áhuga, kreativitet og íblástur, verða eisini tvey tiltøk fyriskipað upp til innlatingarfreistina. Tað fyrsta verður klokkan 19 á Bókasavninum við Løkin. Dania Tausen og Marna Jacobsen fara at tosa um ummæli og tað at ummæla.
Síðani vera tvey skriviskeið hildin á Bókasavninum við Løkin. Talan um tvey eins skeið leygardagin 24. og sunnudagin 25. februar klokkan 14-17. Tað verður Paula Gaard, sum fer at hava skiviskeiðini.
Fyri at luttaka í skrivikappingini skulu ummæli latast inn umvegis teldupost til Bókasavnið við Løkin á [email protected] áðrenn 22. mars klokkan 22. Umráðandi er at senda føðidato við í teldupostinum, skrivar Bókasavnið við Løkin.
Øll kunnu luttaka í skrivikappingini, kveikingarkvøldinum og skriviskeiðunum, sum eru ókeypis. Tó er neyðugt við tilmelding.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald