Sunnudagin 23. november klokkan 13 bjóða Parasport Føroyar og felagið Koyristólur skerdur førleiki til koyristólatreff í Hoyvíkshøllini.
Í høllini verður møguleiki at royna fleiri ítróttagreinar: Koyristólshondbólt, Koyristólskurvabólt, Boccia, Koyristólsbadminton, Framerunning, Hondsúkklu og serligar ítróttarkoyristólar.
Venjarar og íðkarar hjálpa til og svara spurningum.
Hetta er eisini eitt gott høvi at møta øðrum í líknandi støðu, tosa saman og deila royndir – bæði um ítrótt og gerandislív sum koyristólsbrúkari, siga fyriskipararnir.
Tiltakið er ókeypis, men heitt verður á fólk um at boða frá luttøku á Facebook.
– Tú kanst luttaka, um tú longu íðkar ítrótt, ella bara hevur hug at vita, hvat er møguligt. Avvarðandi og onnur áhugað eru sjálvsagt eisini vælkomin.
Ynskti at savna allar koyristólsbrúkarar
Tað var í juli at Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmaður og løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, sum hevur sitið í koyristóli seinasta árið, boðaði frá, at hann ætlaði sær at savna allar koyristólsbrúkarar í Føroyum til eitt treff, har teir kundu hittast og læra av hvørjum øðrum.
21. juli varð áhugafelagið Koyristólur skerdur førleiki stovnað við Kaj Leo sum formanni, og í september hevði felagið longu fingið yvir 100 limir.
Í samrøðu við Blaðið Vikuskifti undan stovnanini av felagnum segði Kaj Leo Holm Johannesen, at tað var stórur áhugi fyri at luttaka í einum koyristólatreffi og fyri at hjálpa fólki í koyristóli og við skerdum førleika.
– Eg eri eitt sindur yvirraskaður yvir, hvussu áhugað fólk eru, segði hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald