Fyrst í mai mánað varð royndarverkætlanin við at skilja matleivdir frá vanliga húsarhaldsruskinum í Vágs kommunu sett ígongd.
Gott og væl 30 húsarhald eru við í royndarskipanini og hava hesi húskini seinastu sjey vikurnar skilt matleivdir frá vanliga húsarhaldsruskinum.
Tunnan við matleivdum verður tømd 3. hvørja viku og er nú er tømd tvær ferðir (2. ferð í farnu viku). Nøgdirnar hava báðu ferðirnar ligið um 400 kg. av matleivdum ella í miðal gott og væl 13 kg. fyri hvørt húski, ella útvið 4,5 kg. um vikuna fyri hvørt húsarhald.
Sum skilst, so vigar ein vanligur gráur posi, sum IRF heintar frá húsarhaldunum hvørja viku, umleið 15 kg., so hesar sjey vikurnar hava húsarhaldini í royndarskipanini, havt umleið 30% minni í gráa posanum enn vanligt.
Matleivdirnar verða gjørdar til sankutøð (kompost). Hendan tilgongdin fevnir um at blanda matleivdir, tøð og træspónir saman og verður hetta gjørt í fiskakassum við loki á. Processin frá matleivdum til sankutøð skapar ávísan hita og eftir tríggjar vikur var hitin í fyrstu blandingini komin upp á 47 stig. Við jøvnum millumbiðlum verður rivið runt í kassanum fyri at blanda matleivdir, tøð og træspónirnar saman.
Gongst sum ætlað, so ganga seks mánaðir áðrenn blandingin er vorðin til sankutøð, sum kunnu brúkast í kommunalu urtagørðunum.
Innanlands
Skipanin við lívrunnum tilfari væl í gongd: 30% minni í gráa posanum
Gott og væl 30 húsarhald eru við í royndarskipanini hjá Vágs kommunu og hava hesi húskini seinastu sjey vikurnar skilt matleivdir frá vanliga húsarhaldsruskinum
Mynd: Vágs kommuna
2020-06-24 08:57
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald