
Hósdagin klokkan 11 verður fyrsta skoti fyri Dalstunlinum latið av í Húsavík. Talan verður eitt tiltak fyri innbodnum orsaka av koronastøðuni, boðar Landsverk frá.
Á tiltakinum fara Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður at flyta fram røðu, og so fær Vilhelmina Larsen úr Dali heiðurin at lata fyrsta skotið av.
Aftanan á verður ábit í einum tjaldi á staðnum.
Heðin Mortensen, táverandi landsstýrismaður, loysti fyrsta flagið fyri tunlinum í mai 2019 (Savnsmynd: Samferðslumálaráðið)
Hetta er ikki fyrsta ferðin at Landsverk skipar fyri hátíðarhaldi í sambandi við at arbeiðið við at bora tunnil millum Húsavík og Dal skuldi byrja. Tað er nú hálvtannað ár síðan, at hakin varð settur í fyri boring av Dalstunnlinum.
Tað var táverandi landsstýrismaðurin við samferðslumálum, Heðin Mortensen, sum í mai 2019 loysri fyrsta flagið framman fyri umleið hálvtannaðhundrað áhugaðum fólkum. Røður vórðu eisini hildnar av m.a. Aksel V. Johannessen, løgmanni, Pálli á Reynatúgvu, løgtingsformanni, og Gerhard Lognberg, borgarstjóra í Skopun.
Men arbeiðið fór ongantíð veruliga í gongd eins og tá var ætlað.
Les eisini: Sjøtul endiliga settur á Dalstunnilin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald