Hetta er tíðin tá eyðkendu hvítu nósarnir síggjast søkja sær skjól inni á firðum og sundum.
Í gjár og í morgun sást ein slíkur á Tinganesi, uttanfyri skrivstovuna hjá løgmanni. Sí myndir her.
(Mynd: Sverri Egholm)
Hesrir nósarnir sum síggjast hesa tíðina eru í tí óhepnu støðu at verða skolaðir út av látrum. Samstundis hava teir mist sambandið við opnuna (vaksin kvennkópur). Lagnan hjá hesum nósum er óviss, sigur Havstovan.
- Láturkópur nørist frá hálvum september og til jóla. Opnan leggur nósan á vardum stað í urðum og á látrum. Nósar koma í verðina við hvítari hvølpaull, ið teir líðandi loðsa komandi tríggjar vikurnar. Legst uppgangur, so skola teir nósar, ið liggja ábart fyri, út av látrunum. Ullin darvar, og teir flestu nósar yngri enn eina viku drukna. Hava teir sogið opnuna nakað longur, so hava teir betur møguleika at klára seg. Nósin er fullborðin, tá hann hevur sogið í 18 dagar. Eftir hetta makast opnan og fer frá nósanum endaliga, ið hereftir klárar seg sjálvan, skrivar Havstovan.
(Mynd: Sverri Egholm)
Sagt verður eisini, at hóast um tað kann vera hjartanemandi at síggja ein hjálparsleysan nósa, so er frægari í hesum føri at lata náttúruna passa seg sjálva.
- Nósar bíta gjarna frá sær og kunnu bera keðiliga ígerðarsjúku, og tí er sera umráðandi altíð at halda frástøðu og lata nósarnar passa seg sjálvar. Tað verður frámælt at taka nósar heim at passa, einamest tí at tað er ein ávísur vandi fyri at verða bitin, og somuleiðis tí tað verður ikki mett at hava nakra gagnliga ávirkan á kópastovnin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald