Uttanlands

Skotmenninir á Bondi Beach vóru væl fyrireikaðir

Rættarskjøl vísa nú, at feðgarnir, sum metast at hava ábyrgdina fyri sorgarleikin, høvdu vant og fyrireikað seg áðrenn álopið

(Mynd: BBC)

(Mynd: BBC)

2025-12-22 15:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Feðgarnir, sum verða mettir at vera gerningsmenninir handan yvirgangsálopið á eina jødiska samkomu á Bondi Beach í Avstralia, gjørdu forkanningar í økinum innan álopið har 15 fólk doyðu.

Tað vísa rættarskjøl hjá avstralsku løgregluni, ið vórðu leysgivin í dag. Her stendur, at feðgarnir hava fyrireikað álopið í fleiri mánaðir.

Á einum filmsbroti síggjast teir báðir til skotvenjing eina staðni í New South Wales í oktober. Hetta er staturin, har Sydney og Bondi Beach liggja.

- Tann ákærdi og pápi hansara sígjast á filmsbrotinum skjóta við høglbyrsu og flyta set á taktiskan hátt, skrivar løgreglan.

Annar av gerningsmonnunum, 50 ára gamli Sajid Akram, varð skotin av løgregluni undir álopinum. 24 ára gamli sonur hansara, Naveed Akram, varð særdur, og hevur verið innlagdur síðan hendingina. Men hann er nú útskrivaður av sjúkrahúsinum og fluttur í eitt fongsul, skrivar BBC.

Hann hevur nú 59 skuldsetingar hangandi yvir sær, harav 15 fyri dráp og yvirgang.

Íblástur frá IS

Eitt annað filmsbrot, sum er frá fartelefonini hjá øðrum av gerningsmonnunum, vísir sambært løgregluni, teir báðar menninar sitandi framman fyri eini mynd av einum flaggi frá hernaðarrørsluni, Islamiskur Statur, IS.

Her tosa teir um motivini fyri álopinum, og fordøma “gerðirnar hjá zionistunum”, upplýsir løgreglan.

Løgreglan hevur áður upplýst, at tey halda, at álopið hevði íblástur frá IS. Álopið vendi sær móti einum bólki av jødum, sum hátíðarhildu Hanukkah hátíðina á strondini.

[object Object]
Spreingievni varð funnið í bilinum, sum feðgarnir komu við (Mynd: BBC)

Vóru á staðnum tveir dagar frammanundan

Eisini eru myndir í rættartilfarinum, sum vísa teir báðar menninar, sum vitjaðu økið við Bondi Beach 12. desember, tveir dagar undan álopinum.

Her fóru teir út úr bilunum, og gingu yvir til brúnna, haðani teir skutu eftir mannamúgvuni.

- Løgreglan heldur, at hetta er prógv fyri, at teir hava kannað og tilrættalagt yvirgangsatsóknina, gongur fram av rættarskjølunum.

Her sæst eisini, at feðgarnir høvdu heimagjørt spreingitilfar við undir álopinum.

Tað, ið hildið verður at vera ein heimagjørd bumba, var funnið í bilinum. Men gerningsmenninir skulu eisini hava tveitt tríggjar heimagjørdar rørbumbur og eina “tennisbólt-bumbu” móti mannafjøldini, áðrenn teir fóru at skjóta. Ongin av bumbunum brast, skrivar Danmarks Radio.

Almenn umbering

Í tíðini, sum er farin síðan álopið, hava avstralskir politikarar fingið ábreiðslur fyri ikki at hava gjørt nóg mikið fyri at forða fyri antisemitismu í landinum.

Undir einum minnishátíðarhaldi hoyrdust buh-ljóð frá luttakarunum, tá navnið hjá forsætisráðharranum, Anthony Albanese, varð lisið upp. Hann hevur í dag givið landsins jødum eina umbering.

- Eg kenni meg tyngdan av ábyrgd fyri ræðuleikanum, sum hendi, meðan eg var forsætisráðharri. Og er harmist um tað, sum jødiska samfelagið og tjóð okkara sum heild hevur upplivað, segði hann sambært Reuters tíðindastovuni.

Trettan fólk eru framvegis innløgd eftir hendingina, støðan hjá fýra teirra er kritisk, men stabil, upplýsa avstralsku heilsumyndugleikarnir, sambært Reuters.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder