Innanlands

Skotskur politikkari: - Vit skulu læra av Føroyum

Skotskur politikkari heldur, at skotska stjórnin eigur at vitja Føroyar og læra av, hvussu føroyingar hava bundið oyggjarnar saman

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-04-21 20:11 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Flutningsskipanin í Føroyum er tað slagið av skipan, sum vit eiga at tráa eftir at fylgja á skotsku oyggjunum.  

Tað heldur Angus MacNeil, sum er limir í bretska tinginum fyri skotska tjóðveldisflokkin, SNP. Hann hevur skrivað boð til Michael Matheson, sum er landsstýrismaður í Transporti fyri í Skotlandi, har hann heitir á skotsku stjórnina um at vitja Føroyar. Tað skrivar Stornoway Gazette á netmiðli sínum. 

Hann sigur, at stjórnin ítøkiliga eigur at hyggja at Skálafjarðatunnlinum, sum er um at verða liðugur.  

Angus MacNeil hevur sjálvur fleiri ferðir verið í Føroyum, umframt at hann hevur verið verið formaður í tvørpolitisku føroyanevndini í bretska parlamentinum. 

Angus MacNeil hevur verið valdur inn í Bretska tjóðartingið í fleiri umførum fyri  Hebridini vegna skotska tjóðskaparflokkin. 
 
 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder